Hvør Skuldi Gamlar Gøtur Gloymt
7 de jan. de 2023
"Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt" - Faroese version of Auld Lang Syne.
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt og gamalt vinalag?
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt og mangan góðan dag?
Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk nú eitt glas við mær,
Vit tøma eina vinaskál og minnast tíð, ið var.
Vit runnu upp í brekkurnar, har blomstur vaks og ber,
Men síðan varð mangt sporið tungt í tíð, sum farin er.
Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk nú eitt glas við mær,
Vit tøma eina vinaskál og minnast tíð, ið var.
Vit spældu allan dag við skip og floyttu eftir á,
Mein leingi vítt og vágvilt hav ímillum okkum lá.
Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk nú eitt glas við mær,
Vit tøma eina vinaskál og minnast tíð, ið var.
Her, rætti eg tær bróðurhond, og rætt tú tína mær,
Vit bera glas at munni so, og minnast tíð, ið var.
Fyri mangan góðan dag, ið var, drekk nú eitt glas við mær,
Vit tøma eina vinaskál og minnast tíð, ið var.
Tú koksast ikki vinur mín, og eg skal fylgja tær,
Vit tøma báðir brøðraskál og minnast tíð, ið var.

Awesome